

Sjúkrarøktarfrøðingur til G1 á Landssjúkrahúsinum
Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og avbjóðandi umhvørvi, har grundleggjandi sjúkrarøkt skal samantvinnast við háteknologi, so er møguleikin her.
Á G1 á Bráðdeplinum á Landsjúkrahúsinum er eitt fast starv á brøki 1,0 leys at søkja til setan frá 1. sept. 2026 ella eftir nærri avtalu.
G1 er partur av Bráðdeplinum, sum veitir tænastur tvørtur um klinisku deplarnar og umfatar økini: Intensivdeild, Viðrakning, Bráðmóttøku/Skaðastovu, Anestesideild, Kommunulæknavakt, Sjúkraflutningstænastu og Endurvenjingardeild.
G1 umfatar Intensivdeild, Viðrakning og Skaðastovu/Bráðmóttøku. Á G1 arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar og anestesilæknar. Deildin er skipað við einum deildarleiðara og tveimum varaleiðarum við ábyrgd fyri sjúkrarøktini og depilsleiðslu, sum hevur evstu ábyrgd av deildini.
Intensivdeildin tekur í móti øllum sjúklingum, sum hava tørv á intensivari røkt og viðgerð. Allir sjúklingar, sum verða doyvdir á LS, koma í Viðrakning. Skaðastovan/Bráðmóttøkan móttekur allar bráðfengis sjúkar sjúklingar.
Á Intensivdeildini verða uml. 600 sjúklingar innlagdir árliga. Í Viðrakning koma uml. 2200 sjúklingar árliga, og Skaðastovan/Bráðmóttøkan móttekur uml. 9000 - 10.000 sjúklingar árliga.
Tú kemur í mun til tørv og førleikar at hava ymiskar arbeiðsuppgávur innan serøkini á deildini.
Førleikar:
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Telduførleika
- Fyrimun hava umsøkjarar við intensivari serútbúgving ella kliniskum royndum innan serøkini á deildini.
Vit vænta at tú:
- Er eldhugað/ur og hevur fakligan áhuga í viðgerð og røkt av sjúklingum við intensivum og bráðfengis tørvi
- Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Hevur ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
- Hevur møguleika at arbeiða í skiftandi vaktum, dag-, kvøld- og náttarvaktum, og í vikuskiftum
Vit bjóða:
- Góða innleiðslu
- Eitt mennandi og spennandi starv við fakliga dugnaligum starvsfeløgum
- Fjølbroytt arbeiði og nógvar avbjóðingar
- Samstarv, sparring og stuðul frá starvsfeløgum og deildarleiðslu
Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til Hanna Helena Weihe Simonsen, deildarleiðara, á tlf. 304599 lokal 5811, hanwe@ls.fo ella Jonleyg Fossabrúgv, depilsleiðara, á tlf. 304599 lokal 5707, jonfo@ls.fo
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.













