Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið

Sjúkrarøktarfrøðingur til Onkologiskt ambulatorium á Landssjúkrahúsinum

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi til onkologiskt ambulatorium. Talan er um 1 ára farloyvisstarv starv á starvsbrøki 0,9 at byrja 1. oktober 2026 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er gerandisdagar millum kl. 8-16. Starvið fevnir eisini um vikuskiftisvaktir á medisinskari seingjadeild.

Um Onkologiskt ambulatoriið

Onkologiskt ambulatorium er staðsett á G3 og er mannað við serlæknum, sjúkrarøktarfrøðingum og skrivarum. Harumframt eru útbúgvingarlæknar knýttir at ambulatoriinum. Onkologiska ambulatoriið hevur tætt samband við serlæknatoymi á Ríkissjúkrahúsinum, sum javnan eru á Landssjúkrahúsinum og manna ambulatoriið saman við onkologiska toyminum. Ambulatoriið hevur bæði viðtalueind og viðgerðareind.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Veita sjálvstøðuga sjúkrarøkt, viðgerð og eftirkanningar til sjúklingar, ið eru knýttir at onkologiska ambulatorium
  • Geva kemoviðgerð/biologiskan heilivág, intravenøsar injektiónir/infusiónir, tablettviðgerðir
  • Útinna, leiða, miðla og menna vitan um sjúkrarøkt
  • Vera við til at menna onkologiska økið í Føroyum
  • Optimera sjúklingagongdir hjá onkologiskum sjúklingum
  • Kunna sjúklingar, avvarðandi og heilsustarvsfólk um sjúku, heilivág o.a.
  • Tvørfakligt samstarv við læknar, læknaskrivara og aðrar viðkomandi fakbólkar

Dentur verður lagdur á, at tú hevur:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Kliniskar royndir í medisinskari sjúkrarøkt
  • Fakligan áhuga innan økið
  • Góðan telduførleika
  • At tú megnar at fáa yvirlit yvir fjøltáttaðu arbeiðsuppgávurnar og at raðfesta og samskipa sjúklingagongdir
  • Sinnað/ur at menna førleikar at miðla vitan og undirvísa
  • Vilja og evni til at brúka reflektión í arbeiðinum

Vit bjóða:

  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Virknar og skikkaðar starvsfelagar
  • Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • Góðar møguleikar fyri førleikamenning
  • Tætt tvørfakligt samstarv

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Jóhannu Andreasen funktiónsleiðara á tlf. 304500, lokal 6251, ella við at skriva til johad@ls.fo

Prógv og viðmæli verða send við umsóknini.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Lýsing er stovnað10. august 2026
Umsóknarfreist20. august 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
41 J.C. Svabos gøta, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki