Vestmanna kommuna
Vestmanna kommuna
Vestmanna kommuna

Vestmanna kommuna leitar eftir fólki til arbeiðstoymið í kommununi

Uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar, men felags fyri tær allar er, at tær eru við at halda bygdina við líka og eru í tænastu fyri bygdafólki.

Millum uppgávurnar eru at fara um grønu økini í bygdini, kirkjugarðin, vegir, vatnveitingina, grevstur á vetri og mangt annað.

Vit eggja øllum áhugaðum at søkja, men tað er ein treyt, at tú hevur koyrikort. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur eina viðkomandi handverkaraútbúgving.

Av lyndiseyðkennum er samstarvssinni ein fyrimunur, tí tú kemur at arbeiða saman við fimm øðrum, sum frammanundan eru í toyminum. Til tíðir skal tú eisini hava eitt ávíst samskifti við fólk í bygdini.

Hevur hetta tín áhuga, og vil tú vita meira, kann tú seta teg í samband við Tórbjørn Egholm, formann, á tlf. 770126.

Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Umsóknir skulu sendast til starv@vestmanna.fo

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Lýsing er stovnað17. juni 2026
Umsóknarfreist10. juli 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Vestmanna 350, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Koyrikort (B)
Starvsgreinar
Starvsmerki