Spf. Oyggjaleikir
Spf. Oyggjaleikir
Spf. Oyggjaleikir

Vit hava brúk fyri tær

Føroya fjølbroyttasta starvslýsing er nú at finna á heimasíðu okkara oyggjaleikir.fo. Til ber at átaka sær uppgávur innan fyri 11 ymisk øki, har tú kanst vera sjálvboðin á oyggjaleikum 2027.

Stutt sagt: tímir tú, so hava vit brúk fyri tær!

1-10. juli í 2027 vera einastandandi dagar, tí tá eru smekkfult av kappingum, góðum hýri, upplivingum, ítróttagleði og gaman. Tá koma 3.000 íðkarar til Føroya at kappast í heili 14 ítróttagreinum. Tað er meira enn til vetrar-OL.

Betri Oyggjaleikir eru forvitnisligir, fólksligir og fevnandi, og sjálvboðin eru ein av grundsúlunum undir leikunum.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Tú kanst velja ímillum hesar uppgávur:

  • Vaktir
  • Spyr meg
  • Servering
  • Til- og avrigging
  • KT og tøkni
  • Skrivstova
  • Miðlar
  • Maskottur
  • Stemningur
  • Søla
  • Ítróttur

Um tú vilt hjálpa til, har kappingarnar eru, kanst tú velja ímillum hesar ítróttagreinar:

  • Badminton
  • Bogaskjóting
  • Borðtennis
  • Fimleikur
  • Flogbóltur og Sandflogbóltur
  • Fótbóltur
  • Frælsur ítróttur
  • Judo
  • Kurvabóltur
  • Skjóting
  • Súkkling og Triatlon
  • Svimjing
  • Tennis
Krøv til útbúgving og førleikar

Tað einasta, sum krevst er, at tú:

  • ert 18 ár ella eldri
  • hevur hug at hjálpa til og gera mun
  • kanst taka minst tríggjar vaktir upp á 4-6 tímar (morgun, dag ella kvøld) Til ber eisini at taka allar tríggjar vaktir sama dag.
Ágóðar við starvinum

Sum sjálvboðin fært tú:

  • Eina fantastiska uppliving saman við nógvum øðrum føroyingum
  • Búna, mat og eina rimmar endaveitslu 10. juli
  • Kensluna av at gera mun
  • Møguleikan fyri at vera partur av einum altjóða ítróttatiltaki
Lýsing er stovnað27. mai 2026
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki