Lemvigh-Müller P/F
Lemvigh-Müller P/F
Lemvigh-Müller P/F

Vilt tú styrkja okkara grundarlag í Føroyum?

Søluráðgevi til Lemvigh-Müller í Føroyum

Hevur tú royndir innan VVS ella stál og dámar at arbeiða við kundum og sølu? So kanst tú verða tann, vit leita eftir.

Lemvigh-Müller í Tórshavn leitar eftir einum virkisfýsnum og sjálvstøðugum søluráðgeva, sum vil styrkja okkara veru í Føroyum. Tú hevur helst royndir innan VVS- ella stálvinnuna og dugir at samstarva við bæði kundar og starvsfelagar, lokalt og altjóða.

Tín leiklut

Sum søluráðgevi fært tú ábyrgdina av at røkja og menna kundasambond, og at finna nýggjar virkismøguleikar. Tú verður andlitið úteftir og hevur ein avgerandi leiklut í at tryggja framúr tænastu og ráðgeving til okkara kundar.

Tínar uppgávur fevna um:

  • Dagligt samband við kundar og tryggja hægsta kundanøgdsemi
  • Samskipan av verkætlanum í samstarvi við innanhýsis toymi
  • Eyðmerking og menning av nýggjum virkismøguleikum
  • Fyrireiking av tilboðum og sáttmálum

Hvør ert tú?

Vit ímynda okkum, at tú hevur góðan kunnleika til VVS ella stál, helst frá arbeiði sum sølufólk, teknikari, innkeypari ella handverkari.

Tú:

  • Hevur royndir innan B2B sølu, serliga innan byggi- ella installatiónsvinnuna
  • Hevur innlit í tørvin og veruleikan hjá kundum innan VVS og stál
  • Ert sjálvdrivin og dugir sjálvur at skipa tín gerandisdag
  • Dugir væl at samskifta, bæði skrivliga og munnliga
  • Býr í Føroyum og kennir lokalmarknaðin

Vit bjóða tær:

  • Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv í eini professionellari fyritøku
  • Frælsi at skipa tín egna arbeiðsdag
  • Sterkt og hjálpsamt toymi í Føroyum og Danmark
  • Arbeiðspláss við høgari fakligheit og góðum samstarvi
  • Firmabil, eftir nærri avtalu

Tað er gott at arbeiða hjá okkum

Lemvigh-Müller er ein fakliga sterk fyritøka, ið setur starvsfólkini í miðdeplin. Tú verður partur av einum arbeiðsplássi við virðing, ábyrgd og møguleikum. Fyritøkan er partur av Lemvigh-Müller fonden og stuðlar vælgerandi endamálum.

Vit leggja dent á:

  • Trivnað og arbeiðsgleði
  • Vitanardeiling og fakliga menning
  • Smidligar arbeiðshættir og javnvág millum arbeiði og frítíð
  • Trygdarskipanir og stuðul í samband við t.d. útbúgving og familjuviðurskifti

Harafturat bjóða vit

  • Avlopsbýti, ið er galdandi fyri øll starvsfólk og er býtt eftir starvsaldri.
  • Sjúkratrygd, ið gevur tær møguleika fyri skjótari og góðari viðgerð
  • Smidligir arbeiðshættir við møguleika at arbeiða heimanífrá
  • Stuðul kann søkjast í sambandi við familjuvíðkan, hjúnalag og útbúgving hjá børnum

Soleiðis søkir tú

Send okkum títt lívsrensl og eina stutta umsókn umvegis Alfred skjótast gjørligt. Vit taka samrøður leypandi og seta í starv, tá rætti persónurin er funnin.

Hevur tú spurningar?
Set teg í samband við Hall Poulsen, deildarstjóra, á hapo@lemu.fo ella ring á 281130.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Lýsing er stovnað15. September 2025
UmsóknarfreistEingin freist
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Arbeiðsumhvørvi
Starvsgreinar
Starvsmerki