

🤝 Bryggja tína framtíð 🍻
Sølu- og handilslærlingur til Føroya Bjór 🍻
Ert tú sosial/ur, hevur tú hug at selja og ert tú til reiðar at taka títt fyrsta ordiliga fet inn á arbeiðsmarknaðin?
So ert tú kanska okkara nýggi lærlingur!
Hjá Føroya Bjór fært tú møguleikan at læra eitt yrki frá grundini, samstundis sum tú verður ein virkin partur av einum livandi og fakliga sterkum arbeiðsplássi.
Hetta fært tú:
✅ Eina lærutíð við spennandi uppgávum og góðum fakligum vegleiðarum
✅ Eitt arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum og góðum stemningi
✅ Møguleika at mennast bæði fakliga og persónliga
✅ Starv í einari søguligari fyritøku
Hetta sleppur tú:
✅ arbeiða við sølu og kundatænastu
✅ samskifta við viðskiftafólk
✅ luttaka í vøruframvísingum, bíleggingum og marknaðarføring
Vit ímynda okkum, at tú:
✅ hevur FHS ella líknandi útbúgving
✅ hevur hugflog, ert álítandi og dugir at samskifta
✅ tímir væl at læra og tekur ábyrgd
✅ dugir at brúka teldu
Forvitin?
Ring til okkum á tlf. 295440 ella skriva til annika@foroyabjor.fo
Set kós móti framtíðini saman við Føroya Bjór! 🍻